Reiley

føroyskur sangari

Reiley (f. 24. november 1997) er ein føroyskur tónleikari. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision Song Contest, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið. Hann hevur 11,1 milliónir fylgjarar á TikTok og er 2,7 milliónir ferðir spældur á Spotify. Reiley hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars og Kelly Clarkson.

Reiley hevur gingið til fimleik, síðani hann var lítil og fór av álvara at dansa, tá ið hann var við sum dansari í sangleikinum Grease í 2014. Hann var við í X Factor í Bretlandi í 2016 og kom allan vegin víðari til Boot Camp. Tað er, tá tey, sum eru komin víðari í kappingini, fara á venjingarlegu. "Superman" er fyrsti sangurin, sum Reiley sjálvur hevur skrivað. Í dag býr Reiley í Onglandi og hevur plátusáttmála við eitt plátufelag í Los Angeles.

Í desember 2019 skrivaði hann undir sáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records.