Randi Skylvsdóttir Wardum (fødd 22. november 1986) er ein føroyskur fótbóltsleikari og hondbóltsleikari. Í fótbólti spælir hon sum málmaður. Sum fótbóltsmálmaður spælir hon við og við føroyska kvinnulandsliðnum, sum hondbóltsleikari spælir hon við Kyndli. Saman við Malenu Josephsen hevur hon spælt flestar a-landsdystir fyri Føroyar (kvinnulandsliðið), tær hava spælt 31 landsdystir frá 1995 til 2013.[2]

Randi S. Wardum

Undir andsdysti fyri Føroyar í oktober 2013
Persónlig kunning
Fult navnRandi Skylvsdóttir Wardum
Føðingardagur (1986-11-22) 22. november 1986 (aldur 37)
FøðistaðurTórshavn, Føroyar
PlássMálmaður
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2001–2003HB48(1)
2004–2014209(6)
2008Valur (lán)14(0)
Landslið
2004–2014Føroyska kvinnulandsliðið[1]38(0)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).
Randi S. Wardum í grøna hondbóltsbúnanum hjá Kyndli í februar 2012

Lívsleið innan fótbólt rætta

Randi hevur spælt allar 31 landsdystir hjá føroyska kvinnulandsliðnum, síðan landsliðið byrjaði aftur í 2004 eftir ein langan støðg (Oyggjaleikir telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir). Randi, Malena Josephsen og Rannvá B. Andreasen spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska kvinnulandsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0.[3] Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir.[4]

Í 2008 spældi hon við íslendska felagnum Valur, sum spældi í Úrvalsdeildini, sum er fremsta kvinnudeildin í Íslandi. Randi var fyrsta føroyska kvinna ið leikti í fremstu fótbóltsdeildini í øðrum landi enn Føroyum.[5]

Randi hevur leikt 25 dystir í UEFA Women's Champions League við .

Keldur rætta

  1. "Landsliðsleikarar 1995-2016" (in Faroese). Faroe Islands Football Association. http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 21 March 2017. 
  2. FSF.fo Archived 2018-09-04 at the Wayback Machine Landsliðsleikarar 1995-2013
  3. FSF.fo[deyð leinkja] Føroyskur stórsigur í Luksembourg
  4. Kvinnufotbolt.com Archived 2015-06-10 at the Wayback Machine Leiktu dyst nr 25
  5. Uefa.com

Slóðir rætta