Ragnvaldur Jensen (føddur 1989 á Sandi) er ein føroyskur svimjari, sum luttók fyri Føroyar á Paralympisku leikunum í september 2012. Venjari hansara er Rúni Gaardbo, sum eisini er høvuðsvenjari hjá Svimjifelagnum Flot.[1]

Lívsleið innan svimjing rætta

Paralympisku Leikir 2012 rætta

Ragnvaldur var einasti føroyingur sum luttók á Paralympisku Leikunum 2012. Hann luttók í 100 metrar bringusvimjing í bólkinum fyri svimjarar við menningartarni (SB14).[2] Ragnvaldur er ættaður av Sandi.

German Open 2010 rætta

Ragnvaldur luttók saman við tveimum øðrum føroyingum á German Open 2010 svimjistevnuni. Ragnvaldur vann 5 heiðursmerki á stevnuni, trý gull og tvey silvur heiðursmerki.[3]

EM 2009 fyri fólk við breki rætta

Ragnvaldur luttók á Evropameistastevnu í Íslandi í 2009. Hann vann bronsu í 100 metrar bringu á langgeil við tíðini 1:17.20.[4] Hann svam eisini 100 m rygg og gjørdist nummar fimm við tíðini 1:16.86.[5]

Keldur rætta

  1. Svimjing.com, Ragnvaldur (og Rúni) á OL í London
  2. London2012.com
  3. [Sandportal.fo, Ragnvaldur vann 5 heiðursmerkir]
  4. Svimjing.com
  5. "IFSport.is". http://www.ifsport.is/ec2009_results/day3_afternoon/SWM484100001..C73A1.1.0.pdf. Heintað 2012-09-06. 

Slóðir úteftir rætta