Rúna á Heygum er ein føroysk songkvinna, sum hevur sungið á mongum konsertum og syngur við á fleiri føroyskum tónleikaútgávum. Hon er ein av limunum í tónleikabólkinum Terji og Føstufressar. Ein av sangunum, ið hon syngur við Terja og Føstufressum er Á ferð inn í dreymaland (Hákunardrongurin). Henda sangin framførdu Terji og Føstufressar á Summarfestivalinum í 2012.[1] Á útgávuni Amnesty tónar frá 1991 syngur hon sangin Frælsisvónin saman við Karl Martin Samuelsen.

Rúna á Heygum

Tónleikaútgávur rætta

Rúna syngur við á fleiri útgávum, sum onnur hava givið út, og á uppsamlingsfløgum/plátum/kasettubondum:

Album rætta

  • 1991 - Amnesty tónar
  • 1991 - Hinumegin Ringvegin - Kári Petersen, Rúna syngur við á sangum nummar 3 og 6.[2]
  • 1994 - Eg eri so spent til jóla
  • 1995 - Hjarnar
  • 1998 - Jólafløgan
  • 1998 - Myrkursins gongumenn, Jóannes Jakobsen
  • 1999 - Eg eri so spent til jóla
  • 2000 - Kenna tit Rasmus
  • 2000 - Vælskapt brek
  • 2010 - Vestmannavísur[3]

Uppsamlingsfløgur rætta

  • 2002 - Áraløg - Martin Joensen
  • 2004 - Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum
  • 2012 - Jól fyri øll: Kendir føroyskir jólasangir - Rúna syngur sangin Tá milliónir tendra ljós[4]

Keldur rætta

  1. Á ferð til dreymaland verður framførdur á Summarfestivalinum í 2012, Youtube.com
  2. Discogs.com
  3. Rateyourmusic.com
  4. Rateyourmusic.com Jól fyri øll: Kendir føroyskir jólasangir

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið