Rás 2 er ein útvarpsrás í Føroyum. Høvuðssæti er í Vágsbotni. Rás 2 er nú partur av Miðlahúsinum í Vágsbotni. Rás 2 sendi fyrstu ferð 14. desember 1999.[1] Í 2002 arbeiddi eitt fólk í føstum starvi umframt ein, sum var í starvsvenjing.[2] Í september 2007 keypti P/F Miðlavarpið Rás 2. Tað var Sosialurin sum átti Miðlavarpið. Rás 2 flutti tá inn í Miðlahúsið í Vágsbotni, har sum Sosialurin eisini heldur til. Jonhard Hammer var fyrsti stjórin á Rás 2, eftir at Miðlavarpið hevði keypt útvarpsstøðina.[3].

Sendingar

rætta
  • Morgunsendingin. Senditíð: Gerandisdagar kl. 9.00-12.00.
  • Ynskiløtan. Senditíð: Gerandisdagar.
  • Vinnu- og bilradio. Frætt tað seinasta um nýggjar bilar, um viðgerð og umvæling av bilum, um handlar, fyritøkur og annað. Senditíð: Hósdag kl. 17.20 og Leygardag kl. 17.00.
  • Hvonn Live: Stóra live-sendingin hjá Rás 2 verður send av Hvonn í Havn 10 ferðir um árið. Hvonn Live bjóðar kendar gestir, livandi tónleik, undirhald, kjak og annað. Senditíð: Leygarkvøld.
  • 3. hálvleikur: Fótbóltsradio fyri fótbóltsfjepparar. Tosað verður við spælarar, venjarar og dómarar um dystirnar, fjepparar senda stuttlig og speisk sms-boð til sendingina, og av og á verða fótbóltsdystir útvarpaðir. Senditíð: Sunnudagar.
  • Brot úr vikuni: Leygardagar ber til at hoyra ymiskt, sum Rás 2 hevur havt á skránni gjøgnum vikuna. Senditíð: Leygardagar.

Keldur

rætta
  1. Ras2.fo[deyð leinkja]
  2. Journalisten.dk
  3. Portal.fo, Fegnast um góðu undirtøkuna

Ávísingar úteftir

rætta