Purisma
Purisma ella málreinsing er ein hugsjón, sum hevur til endamáls, at ein - í staðin fyri at nýta fremmandorð og lánorð - ger nýggj orð. Purisman er sostatt eitt verjuátak til tess at avmarka fremmanda málsliga ávirkan á málið. Purisma er ein partur av málrøktini, og hon hevur havt stóran týdning viðvíkjandi orðaúrvali til føroyskar orðabøkur. Kanadiski málgranskarin George Thomas vísir í ástøðiliga verki sínum Linguistic purism á, hvussu purisma kann virka ymisliga í málsskipanini, og tað kann lýsa orsøkina til, at orð við fremmandum atskoytum vanliga verða lúkað burtur í góðum skrivligum stíli og í orðabókum. Sambært Thomas ber til at býta purismu ella málreinsing í seks bólkar:
- Fonologisk purisma. T.e. tað at byrgja upp fyri fremmandum ljóðum og ljóðsambondum.
- Morfologisk purisma. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum atskoytum og fremmandari bending.
- Syntaktisk purisma. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum orðalag.
- Leksikalsk purisma. T.e. at royna at sleppa undan fremmandum orðum, og í staðin gera orð á heimligum botni.
- Semantisk purisma. T.e. at royna at sleppa undan beinleiðis tøkutýðingum ella neyðtýðingum.
- Ortografisk purisma. T.e. ikki at nýta fremmand tekn, men í staðin fáa orðið at hóska til ljóðmyndina hjá heimamálinum.