Prince Rogers Nelson (føddur 7. juni 1958 – deyður 21. apríl 2016) var ein amerikanskur sangari, sangskrivari, fjøl-ljóðførisleikari, tónleikaframleiðari og sjónleikari.

Prince
Prince framførir á Coachella Festival í 2008
Bakgrundskunning
Føðinavn Prince Rogers Nelson
Eisini kend/ur sum
  • Jamie Starr
  • Alexander Nevermind
  • Joey Coco
  • The Artist Formerly Known as Prince
Fødd/ur (1958-06-07)7. juni 1958
Minneapolis, Minnesota, USA
Andaðist 21. apríl 2016(2016-04-21) (aldur 57)
Chanhassen, Minnesota, USA
Sjangrur
Størv
  • Sangari-sangskrivari
  • fjøl-ljóðførisleikari
  • plátuframleiðari
  • sjónleikari
  • filmsleikstjóri
Ljóðføri
  • Rødd
  • guitar
Ár virkin 1976–2016
Plátufeløg
Luttøka við øðrum

Prince varð føddur í Minneapolis og menti ein áhuga fyri tónleiki sum smádrongur, hann skrivaði sín fyrsta sang sum 7 ára gamal. Sum tannáringur upptók hann fleiri sangir saman við systkinabørnum sínum í teirra orkestri ið nevndist 94 East. Sum 19 ára gamal upptók Prince fleiri demo-bond, ið tó ikki hepnaðust væl. Men í 1978 útgav hann sítt fyrstu album For You, tað var við hjálp frá Owen Husney. Pláta hansara frá 1979 Prince fekk platin orsakað av at stakløgini "Why You Wanna Treat Me So Bad?" og "I Wanna Be Your Lover" vórðu sera vælumtókt. Suksein helt áfram við teimum trimum næstu plátunum. Í 1984 byrjaði hann at umrøða sítt backup-orkestur sum The Revolution og útgav Purple Rain, ið eisini bleiv filmslag til hansara fyrsta film við sama navni.

Diskografi

rætta

Hetta er eitt yvirlit yvir útvald album, ið Prince hevur útgivið síðan fyrstu plátuna í 1978.

Keldur

rætta