Pjotr Iljitj Tjajkovski

Pjotr Iljitj Tjajkovskij (russiskt: Пётр Ильич Чайковский – Pjotr Il’ič Čajkovskij, Um hetta ljóðið lurta; á enskum Pyotr Ilyich Tchaikovsky[1]; føddur 7. mai 1840[a] í Votkinsk í Russlandi, deyður 6. november 1893[b] í St. Pætursborg) var russiskt tónaskald frá romantiska tíðarskeiðinum. Hann ein av teimum kendastu romantisku tónaskøldunum og hitt best umtókta russiska tónaskaldið nakrantíð.[2]

Pjotr Tsjajkovskij (1840-1893)

Tjajkovskij skrivaði 6 symfoniir, 11 operaverk, 3 ballettir, 5 svitur, 3 klaverkonsertir, 1 violinkonsert, 11 tónaverk av overtura slagnum, 4 kantatur, 20 kórverk, nøkur tónleikaverk fyri strúkarar og fleiri enn 100 løg og klaververk.

Kendastu verkini munnu vera 1. klaverkonsertin frá 1875, tær seinastu tríggjar symfoniirnar (1877-1893), violinkonsertin frá 1878, operaverkið Evgenij Onegin (Евгений Онегин) frá 1878, og tær tríggjar ballettirnar, Svanavatnið (Лебединое озеро)" frá 1876, "Tornurósa (Спящая красавица)" frá 1889 og "Nøtubrótarin (Щелкунчик)" frá 1892.

Myndir

rætta

Slóðir úteftir

rætta

Viðmerkingar

rætta
  1. Í Russlandi varð tann julianski kalendarin brúktur fram til februar mánað 1918. Tjajkovskij varð føddur hin 25. apríl 1840jul.sum svarar til tann 7. mai 1840greg.
  2. Tjajkovskij doyði hin 25. oktober 1893jul. sum svarar til tann 6. november 1893greg.

Keldur

rætta
  1. Tchaikovsky, Pyotr, imslp.org
  2. Pyotr Ilyich Tchaikovsky, britannica.com


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið