Pjotr Iljitj Tjajkovski
Pjotr Iljitj Tjajkovskij (russiskt: Пётр Ильич Чайковский – Pjotr Il’ič Čajkovskij, lurta; á enskum Pyotr Ilyich Tchaikovsky[1];
føddur 7. mai 1840[a] í Votkinsk í Russlandi, deyður 6. november 1893[b] í St. Pætursborg) var russiskt tónaskald frá romantiska tíðarskeiðinum. Hann ein av teimum kendastu romantisku tónaskøldunum og hitt best umtókta russiska tónaskaldið nakrantíð.[2]
VerkEdit
Tjajkovskij skrivaði 6 symfoniir, 11 operaverk, 3 ballettir, 5 svitur, 3 klaverkonsertir, 1 violinkonsert, 11 tónaverk av overtura slagnum, 4 kantatur, 20 kórverk, nøkur tónleikaverk fyri strúkarar og fleiri enn 100 løg og klaververk.
Kendastu verkini munnu vera 1. klaverkonsertin frá 1875, tær seinastu tríggjar symfoniirnar (1877-1893), violinkonsertin frá 1878, operaverkið Evgenij Onegin (Евгений Онегин) frá 1878, og tær tríggjar ballettirnar, Svanavatnið (Лебединое озеро)" frá 1876, "Tornurósa (Спящая красавица)" frá 1889 og "Nøtubrótarin (Щелкунчик)" frá 1892.
MyndirEdit
Standmynd av tónaskaldinum í býnum Simferopol á Krim hálvoynni.
Slóðir úteftirEdit
- Tchaikovsky, Pyotr, imslp.org
- Føroya Symfoniorkestur spælir tónleik eftir Pyotr Ilyich Tchaikovsky, kvf.fo
- Tchaikovsky Piano Concerto Nº 1, Eliso Virsaladze
- Tchaikovsky: Symphony No. 5 in E minor, Op.64, George Szell; The Cleveland Orchestra, 1960
- Suite from The nutcracker. Suite from Sleeping beauty, Royal Philharmonic Orchestra, 1971
ViðmerkingarEdit
- ↑ Í Russlandi varð tann julianski kalendarin brúktur fram til februar mánað 1918. Tjajkovskij varð føddur hin 25. apríl 1840jul.sum svarar til tann 7. mai 1840greg.
- ↑ Tjajkovskij doyði hin 25. oktober 1893jul. sum svarar til tann 6. november 1893greg.
KeldurEdit
- ↑ Tchaikovsky, Pyotr, imslp.org
- ↑ Pyotr Ilyich Tchaikovsky, britannica.com