Phuket
Phuket (Tailandskt: ภูเก็ต) (fyrr: Tha-Laang ella Talang) er ein oyggj og ein landslutur í Tailandi, Phuket liggur har suðuri í landinum. Oyggin er tann størsta í Tailandi og er eitt vælumtókt ferðamál. Buddisma er tann størsti átrúnaðurin í Phuket. Síðan 1980'ini hevur Phuket ment seg sum ferðavinnuoyggj, har eru fleiri vælumtóktar strendur, eitt nú Patong Strondin, Karon Beach, Kata Beach, Nai Harn Beach og Bang Tao Beach.
Hin 26. desember 2004 varð oyggin hart rakt av einari tsunami, sum skolaði inn yvir oynna og legði stórar partar av oynni í oyði og kostaði umleið 250 mannalív. Uppaftur fleiri lótu lív í grannalandslutinum Phang Nga, har umleið 4000 fólk lótu lív. Phuket er bundið saman við meginlandið við tveimum brúgvum. Oyggin liggur tætt við vesturstrond Tailands. Oyggin var væl fyri fyrr í tíðini orsakað av tin- og gummiídnaði. Oyggin lá á einari stórari handilsrutu millum India og Kina og varð ofta nevnd í loggbókunum hjá fronskum, enskum, hollendskum og portugisiskum sjófararum. Í dag er ferðavinna høvuðsvinnan. Phuket er 576 km2 til støddar, íbúgvaratalið er umleið 500.000. Oyggin hevur tropiskt klima, ella tropiskt monsunveðurlag, har tað er turt frá november til apríl og regntíð frá mai til oktober. Hitin er á leið tann sami árið runt, tá tað er heitast er um 29 til 33 °C, tá tað er kaldast er um 23 til 26 °C.
-
Útsýni yvir strendurnar Kata Noi, Kata Yai og Karon á oynni Phuket. Oyggin vinstrumegin eitur Ko Puh.