Philipp Kirkorov
Philipp Bedrosovich Kirkorov (f. 30. apríl 1967) er ein bulgarskur/russiskur sangari, sangskrivari og framleiðari. Hann er føddur í Varna, Bulgaria, men býr í Moskva í Russlandi og er av bulgarskum, russiskum og armenskum uppruna. Hann er ein av størstu popp-stjørnunum í Russlandi.
Eurovision Song Contest luttøka sum sangari og sangskrivari
rættaHann umboðaði Russland á Eurovision Song Contest í 1995, og endaði á einum 17. plássi við sanginum Kolybelnaya dlya vulkana, sum hann sjálvur hevði skrivað. Í 2007 skrivaði hann sangin Work Your Magic fyri Hvítarussland, sum Dima Koldun sang. Hesaferð gekk tað betri, Hvítarussland megnaði á fyrsta sinni at kvalifesera seg til finaluna og sangurin endaði á einum 6. plássi av 24 luttakandi londum. Í 2008 skrivaði hann sangin Shady Lady fyri Ukraina til songkvinnuna Ani Lorak, sangurin endaði á 2. plássi. Í 2010 skrivaði hann sangin White Nights til Dima Bilan. Meiningin var, at sangurin skuldi luttaka í lokalu russisku finaluni, men av óvissum orsøkum bleiv sangurin tikin aftur.
Tónleikaútgávur
rættaAlbum
rætta- Studio album
- 1990: Philipp
- 1990: Sinbat-Morehod
- 1991: Nebo I Zemlya
- 1991: Ti, Ti, Ti
- 1992: Takoi Sakoi
- 1994: Ya Ne Raphael
- 1995: Primadonna
- 1995: Ckazi Solncu - "Da"
- 1998: Edinstvenaya
- 1998: Oi, Mama Shika Dam
- 2000: Chelofilia
- 2001: Magico Amor
- 2002: Vlubloniy I Bezumno Odinokiy
- 2003: Neznakomka
- 2007: For You
- 2011: Drugoy - 2 útgáva
- Live
- 2001: Vchera, Segodnya, Zavtra... (Yesterday, Today, Tomorrow... )
- Kompilasjión
- 2003: Luchshie Pesni (The Best Songs)
- 2004: Dueti (Duets)
Keldur
rætta