The Philadelphia Soul er eitt Arena Football League felag, sum er skrásett í Philadelphia, Pennsylvania. Teir byrjaðu at spæla í 2004 og spæla amerikanskan fótbólt. Teir vunnu teirra fyrsta ArenaBowl í 2008, við at vinna á San Jose SaberCats 59-56 í ArenaBowl XXII. The Soul vann 13 dystir, og tapti 3 í 2008, og eisini vunnu teir trý playoff spøl, harundir ArenaBowl XXII. Eftir tvey umfør uttan aktivitet í 2009 og 2010, fingu teir í 2011 nýggjan venjara, Mike Hohensee og vóru við aftur, men tað gekk ikki eftir vild, og teir endaðu á aftasta plássi.

Í 2012, byrjaði Soul fótbóltsárið við nýggjum høvuðsvenjarara, Doug Plank. Teir endaðu tað vanligu kappingina við tí besta úrslitinum í deildini við 15-3. Teir lógu til uppflyting til ArenaBowl XXV, men so taptu teir móti Arizona Rattlers 72–54. Minni enn eina viku seinni segði Plank seg úr venjarastarvinum.