Petur Mohr Reinert er ein føroyskur tónleikari. Hann spældi við Black Panters í fleir ár umframt ein hópi av øðrum bólkum s.s. Villagers, Spacemaen, Circels, Fox. Hann hevur eisini spælt hjá Robert McBirnie og Jens Lisberg, sum hann eisini hevur innspælt tónleir fyri. Somuleiðis hevur hann spælt á eini útgávu hjá Fríbjørg jensen. Hann stovnaði bólkin Devon, sum var virkin í 1980'unum og 90'unum. Hann var eisni viðstovnari og spældi í RockMen i 90 árunum. Hann var við til at stovna FUT - Føroya Undirhaldstónleikarafelag, sum skipaði fyri Føroya fyrsta uttandura tónleikafestivali - Ólavsøkufestivalurin, sum eisini verður róptur Ólavsøkukonsertin.[1] Hann var formaður tey bæði tvey fyrstu árini. Í 2013 gav hann fløguna Um eg hevði við bólkinum Feðgar, sum hann stovnaði til endamálið saman við soninum Philip Reinert Ovenberg.

Tónleikaútgávur rætta

Við Devon rætta

  • 1985 og 1992 - Náttarlív
  • 1989 og 1992 - Umsíðir

Við Feðgum rætta

Feðgar eru Petur Mohr Reinert og sonur hansara Philip Reinert Ovenberg

  • 2013 - Um eg hevði

Keldur rætta

  1. "Planet.fo, Feðgarnir Petur og Philip geva út fløgu í dag". http://planet.fo/grein/fedgarnir_petur_og_philip_geva_ut_floguna_um_eg_havi_i_dag. Heintað 2013-07-25. 

Slóðir úteftir rætta