Petur Háberg, tónleikari
Petur William Háberg (føddur 8. januar 1982) gjørdist kendur við bólkinum "Bet You Are William". Navnið á bólkinum er eitt orðaspæl upp á enska úttalu av navninum Petur William - Pet-U-R-William. Petur Háberg hevur skrivað sangirnar í "Bet You Are William" og stovnað bólkin.
Systkinabarn Petur Hábergs eitur eisini Petur Háberg, so tí nýtir Petur Háberg viðhvørt millumnavnið William fyri at ikki bland skal koma í.
Eftir tógvið stríð og drúgva skúlagongd, stóð Petur endaliga royndina í juni 2022 og kann nú loksins kalla seg master í sosialvísindi og samfelagsplanlegging.