Persónsmenskuórógv

Ein hevur persónsmenskuórógv, tá ið ein hevur órógv í mun til fleiri síður av persónsmenskuni, serliga er hetta galdandi viðv. hvat ein meinar, ella hugburð, hvussu kenslulívið er, duga sær hógv, og hvussu ein er saman við fólki, ella sosialt er fyri. Persónsmenskuórógv hevur oftani við sær óhóskandi/óskynsaman atbur, ið hevur trupulleikar við sær fyri tann við persónsmenskuórógvinum og tey, viðkomandi er saman við. Órógvið kemur oftani til sjóndar longu í barnaárum, men ikki fyrr enn persónurin er tannáringur, er møguleiki at staðfesta, at talan er um persónsmenskuórógv.

Altjóða kanningarúrslit vísa, at umleið 4-5 út av 100 hava persónsmenskuórógv. Umleið 2-3 prosent hava so álvarsligt persónsmenskuórógv, at hetta er sosialt darvandi. Menn hava vanliga sosialt vanføri og tvingsilslyndi/atbur. Kvinnur eru oftani fjálturstungnar og merktar av borderline.

Tað eru fleiri ymisk sløg av persónsmenskuórógv, ið hava ymiskar eginleikar:

  • Borderline (KÓP, kensluliga óstøðugt persónleikaólag) er tað mest vanliga fyribrigdi innan ymisku sløgini av persónsmenskuórógv. Tá ið ein hevur borderline er ein brályntur/impulsivur, hevur eitt kenslulív, sum er merkt av at vera "skjótur hvønn vegin" glaður, keddur, óður o.s.v., ella hevur eitt skiftandi sinnalag. Samleikakenslan er ótrygg, og samband við onnur er merkt av hesum. Í nøkrum føri kann tann við persónsmenskuórógvi eisini vera sjálvskaðandi, kennir seg tóman innan og megnar ikki at vera einsamallur. Borderline merkir á enskum "á markinum til".
  • Paranoidur persónmenskubygnaður. Ein er ovurviðkvæmur, ella erkvisin, í mun til at vera við undirluta, at blíva avvístur, hevur ikki álit á fólki, stívrendur og klandrutur, í nøkrum føri hevur kensluna av, at onkur vil viðkomandi ilt.
  • Skisofrenikendur. Ein hevur niðursettan førleika at vísa kenslur og at seta seg í samband við onnur. Oftani eisini afturhaldandi og innanhokin.
  • Sosialt vanføri. Einum vantar førleikan at merkja og kenna ábyrgd, ella at vera umhugsin mótvegis øðrum. Skuldarkensla er eingin og oftani er viðkomandi eisini áleypandi/aggressivur. Sí eisini psykopati.
  • Narsissistiskur. Ein narsissistur er ein, sum er so sjálvglaður, sjálvgóður og sjálvsøkin, at onnur hava ongan týdning í hansara lívi. Hann er kensluleysur við síni næstu, hjartaleysur við fremmand, og samband hansara við onnur er svikafult og uttan samkenslu, tí einasta endamálið er at fáa onnur at stuðla honum í tí, sum hann heldur um seg sjálvan. Narkissos er upprunin av orðinum narsissist, og navnið kemur frá grikska orðinum "narke", sum kann umsetast hjartaleysur ella kensluleysur.
  • Histronisk. Hevur lyndi til at gera nógv av, ógvusligar útsøgnir, lættur at ávirka og grunnar kenslur. Er uppmerksemissøkjandi og vil vera í miðdeplinum.
  • Tvingssilslyndi. Ovurhonds røkiskapur og ábyrgdarkensla, perfektionistiskur, fer í smálutir og er eitt tvørball til tíðir.
  • Fjálturstungin. Er fjálturstungin ella stúrin, hevur undirlutakenslur, tykkin í mun til kritik og atfinningar og tolir ikki at blíva avvístur.
  • Ósjálvstøðugur. Tann við persónsmenskuórógvi hevur lyndi til at laga seg eftir øðrum, tekur ongar avgerðir sjálvur og hevur hjálparleysan atbur.

Sí eisini

rætta