Persónur (máll.)

(Ávíst frá Persónsfornavn)

Persónar eru tríggir í tali í føroyskari málfrøði. Teir verða lýstir við persónsfornøvnum. Hesi persónsfornøvnini verða bend í føllum, tølum og kyni á júst sama hátt sum navnorð. Teir tríggir persónarnir eru:

  1. Fyrsti persónur er tilsiping til sín sjálvs, ella til ein bólk,´ið ein sjálvur er partur av. Á føroyskum sipa hesi persónsfornøvnini til 1. persón: eg, meg, mær, mítt, mín, míni osfr.
  2. Annar Persónur er tann ella tað, ið talað verður við í beinleiðis talu. 2. persónur hevur hesi persónsfornøvnini: tú, teg, tær, títt, tín, tíni osfr.
  3. Triði persónur er tann ella tað, ið talað verður um. Hesi persónsfornøvnini standa í 3. persóni: hann, hon, tað, honum, hansara, hana, hennara, tí, tess, sín, sítt osfr.

Sagnorð verða m.a. bend í persónum.

Bending av persónligum hjáorðum í føllum, tølum og kynum:

eintal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
hvørfall eg hann, hon tað
hvønnfall meg teg hann, hana, tað, seg
hvørjumfall mær tær honum, henni, tí, sær
hvørsfall mín, mín, mítt tín, tín, títt hansara, hennara, tess, sín, sítt
fleirtal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
hvørfall vit tit teir, tær, tey
hvønnfall okkum tykkum teir, tær, tey, seg
hvørjumfall okkum tykkum teimum, sær
hvørsfall okkara tykkara teirra, síni

1. persónur og 2., t.e. mín og tín ávíkavist, umframt afturbenda fornavnið, sín, í eintali og hvørsfalli weu sermerkt við, at tey kunnu bendast umaftur í føllum og tølum. Hesi verða tá nevnd Ognarfornøvn
eintal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
hvørfall mín, mín, mítt tín, tín, títt sín, sín, sítt
hvønnfall mín, mína, mítt tín, tína, títt sín, sína, sítt
hvørjumfall mínum, mínari, mínum tínum, tínari, tínum sínum, sínari, sínum
hvørsfall míns, mínar, míns tíns, tínar, tíns síns, sínar, síns
fleirtal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
hvørfall mínir, mínar, míni tínir, tínar, tíni sínir, sínar, síni
hvønnfall mínar, mínar, míni tínar, tínar, tíni sínar, sínar, síni
hvørjumfall mínum, mínum, mínum tínum, tínum, tínum sínum, sínum, sínum
hvørsfall mína, mína, mína tína, tína, tína sína, sína, sína

Sum sagt verða sagnorð m.a. bend í persónum:
 
eintal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
at vera eg eri tú ert (hann/hon/tað) er
at skriva eg skrivi tú skrivar (hann/hon/tað) skrivar
at sleppa eg sleppi tú sleppur (hann/hon/tað) sleppur
fleirtal 1. persónur 2. persónur 3. persónur
at vera vit eru tit eru (teir/tær/tey) eru
at skriva vit skriva tit skriva (teir/tær/tey) skriva
at sleppa vit sleppa tit sleppa (teir/tær/tey) sleppa