Pandora er ein sjeynda-generatións hondhildin spælkonsol, ið vantandi verður útgivin í august í 2008, og fer tá, ífylgi framleiðarunum, at verða kraftigasta hondhildna spælkonsolin á marknaðinum.

Pandora

Pandora er ein andaligur efturfylgjari til GP32 og GP2X, og er framleitt av trimum amerikanskum spæl enthusiastar, og teirra mál er í teirra egnu orðum at skapa "the ultimate open source handheld device". Maskinan er ment í samráð við "forum community" og vanligir brúkarar hava kunna ynskt sær features og tekniskar specifikatiónir og framleiðararnir hava tikið hesi ynski til sín og designa Pandora eftir hesum. Nógvir software forritarar gera software til gomlu GP32 og GP2X og teir arbeiða eisini við at flyta tað tey forritini til Pandora, og við at gera nýtt system software hana.

Maskinan megnar at koyra fleiri emulatorar og nógv vanligt Linux software, og eisini alt sum er skapt til GP32 og GP2X. Av emulatorum kann hon til dømis koyra Playstation 1, Sega, NES og SNES, Gameboy, DOSBox og ScummVM. Av tí at hon hevur ein GPU er hon eisini nóg máttmikil til at koyra Quake 3 og nýggi Firefox 3 er vorin so lættur í vendingini at hann koyrur væl á Pandora. Og so kann man brúka VLC Media Player til at avspæla nær um allar video fílar á henni.

Í fylgi heimasíðuni verður prísurin umkring £199 (inc. VAT), $330, € 212 (Ex.VAT).


Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið