Palle Mogens Fogde Sørensen (føddur 26. mars 1927) var ein danskur drápsmaður. Hann er kendur fyri at hava skotið 4 løgreglufólk, ímeðan hann var á flótta í einum stolnum bili i september 1965. Palle og sonur hansara "Mikkel Aske Høg" skuldu handtakast fyri at hava ólóglig vápn um hendur.

Eftir stóra leiting hjá løgregluni, varð Palle 3 dagar seinni funnin, og varð dømdur lívstíð í fongsul.[1] Sjálvt um Palle var ein av teimum friðarligu fangunum, var hann tó altíð mettur at vera tann farligasti fangin í fongslinum.[2] Palle Sørensen slapp leysur aftaná 32 ár og 8 mánaðir, og er tað tað longsta, ið nakar hevur sitið í donskum fongsli, í nýggjari tíð.[3]

Hendan hendingin hevði við sær, at donsk løgreglufólk byrjaðu at bera vápn til arbeiðis.

Keldur

rætta
  1. http://www.bt.dk/nyheder/mordene-der-rystede-danmark
  2. http://www.bt.dk/nyheder/mordene-der-rystede-danmark
  3. http://www.bt.dk/nyheder/mordene-der-rystede-danmark