Palle Julsgart
Palle Lykke Julsgart (føddur 15. mars 1944 í Keypmannahavn er dani, búsitandi í Føroyum. Hann hevur búð á Tvøroyri síðan 1985. Palle er listamaður, myndahøggari og listamálari.
Gallarí Oyggin
rættaPalle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna á Tvøroyri. Rundan um gallaríið er urtagarður við blómum, trøum og plantum, sum Palle hevur plantað. Fleiri av standmyndum hansara standa í urtagarðinum, og aðrar standa á plássinum yvir av Gallarí Oynni við handilin Tangabúðina, sum Palle og kona hansara Ebba Julsgart eiga. Gallarí Oyggin hevur fleiri framsýningar um árið við listaverkum, sum føroysk og norðurlendsk listafólk hava gjørt.[1]
Listaferðir og undirvísing
rættaJulsgart hevur seinastu árini skipað fyri listaferðum til Føroya, til Suðuroynna.[2] Fólk kunnu koma bæði úr Føroyum og úr øðrum londum, serliga úr Danmark, fyri at læra seg at mála listaverk. Palle undirvísir sjálvur á hesum listaferðum, og hann skipar eisini fyri útferðum til vøkur støð í Suðuroynni, har tey luttakandi kunnu fara. Palle Julsgart hevur eisini undirvíst í listamáling á kvøldskúla á Tvøroyri í Suðuroynni í fleiri ár.
Keldur
rætta- ↑ "Kunning.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-07-25. https://web.archive.org/web/20090725084240/http://www.kunning.fo/event.asp?EID=4446. Heintað 2011-01-29.
- ↑ "Kunstrejser.net". http://www.kunstrejser.net/. Heintað 2011-01-29.
Útvortis ávísingar
rætta- Oyggin.fo, Heimasíðan hjá Gallarí Oynni. Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine
- Kunstrejser.net, "Lysets kunstrejser", heimasíða hjá Palla Julsgart. Archived 2011-01-06 at the Wayback Machine