Páll Danielsen
Páll Danielsen (føddur 1964) er ein føroyskur sjónleikari og raddaleikari. Hann er útbúgvin sjónleikari á Teaterskolen við Århus Teater í 1991 og hevur drúgvar royndir sum sjónleikari bæði í Danmark og Føroyum, t.d í Peer Gúnt og Kvinnan í svørtum. Hann starvast í Kringvarpi Føroya,[1] har hann m.a. hevur spælt, skrivað, leikstjórnað og lagt til rættis nógvar góðar barnasendingar t.d. Rógvi og drekin og Ert tú við?. Hann hevur spælt fleiri sjónleikir á Tjóðpalli Føroya, eitt nú Goym moralin til seinni.[2] Páll er limur í Leiklistaráðnum, umboðandi Leikarafelag Føroya.[3][4] Síðan 1998 hevur hann undirvíst á Skúlanum í Havnar Sjónleikarafelag, sum eitt samstarv millum Sjónleikarfelagið og Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla.[5] Hann er maður Vár Berghamar Jacobsen.
Leiklutir í filmi
rættaÚtgivið
rætta- Søguskrínið, 1999, CD, saman við Vár Berghamar Jacobsen.[8]