Ove Joensen (f. 3. desember 1948 í Tórshavn, d. 26. november 1987 á Skálafirði) var nólsoyingur. Hann gjørdist kendur um alt Føroyar, tá hann fór at tosa um ætlanir sínar um at rógva í føroyskum róðrarbáti úr Føroyum niður til Danmarkar. Hann gjørdi eina roynd í 1984 og aftur eina í 1985, men báðar ferðir eydnaðist tað honum bert at rógva til Hetlands. Triðju ferð eydnaðist tað honum tó at rógva allan vegin til Danmarkar púra einsamallur. Hin 11. august 1986 steig Ove fótin á land á Langelinje í Keypmannahavn, har hann kysti kendu standmyndina av tí lítlu havfrúnni (Den lille havfrue). Fleiri túsund fólk vóru komin á Langelinje fyri at taka ímóti Ova, og eitt bátafylgi fylgdi honum úr Helsingør. Túrurin úr Føroyum til Keypmannahavnar tók Ova 41 døgn. Ove doyði alt ov ungur, hann druknaði á Skálafirði longu árið eftir, at hann framdi bragdið, meðan hann sigldi ein túr við báti sínum.

"Diana Victoria" (2008).

Ovastevna

rætta

Ove Joensen fekk eitt sindur av peningi eftir at hava róð tann langa teinin til Danmarkar, men hann ynskti ikki at ríka seg sjálvan upp. Heldur vildi hann brúka pengarnar til at gera ein svimjihyl til børnini í Nólsoy, tí har var ongin svimjihylur. Pengarnir rukku tó ikki langt, og eftir deyða hansara tóku nólsoyingar stig til at halda stevnu úti í Nólsoy, fyri at heiðra minnið um Ova Joensen og at peningurin sum leyp av einari slíkari ovastevnu skuldi fara til verkætlanina at byggja ein svimjihyl í Nólsoy, sum Ove sjálvur jú ynskti. Ovastevnan er hvørt ár eitt vikuskifti í august, sum oftast er tað annað vikuskiftið í august. Nógv tiltøk eru á skránni, tá ovastevnan er, eitt nú tónleikur, matur og drekka, kabarett, kappsvimjing um Nólsoyarfjørð úr Havn til Nólsoyar, røður, framsýning av Dianu Victoriu (bátinum hjá Ova), klatring, tivoli, rennikapping, fótbóltur, smábátar í hyli, útimøti og annað.[1] Skráin kann variera ár fyri ár eins og aðrar stevnur. Svimjihylurin er ikki bygdur enn (2015). Ovastevnan sær út til at vera sera vælumtókt, nógv fólk ferðast út til Nólsoyar til ovastevnu, og ferjur hjá Strandfaraskipum Landsins sigla ofta, eisini langt út á náttina.

Keldur

rætta
  1. Roddin.fo[deyð leinkja]

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið