OpenOffice er telduforrit, ið er givið út undir sonevnda open source license. Hetta forrit byggir á somu grundhugsjón sum wikipedia, at serkøn á ymsum økjum um allan heim samstarva um eina felags vøru, sum fjøldin kann brúka ókeypis ella sera bíliga.

OpenOffice.org Writer

Forritið, ið er ókeypis og væl egnað til skúlabrúks, hevur á leið somu møguleikar sum forritapakkin Microsoft Office. OpenOffice fæst bæði til Windows, Linux og Mac. Føroyskur stavari fæst eisini ókeypis til OpenOffice.

Til Mac / Apple teldur fæst sama forritið í eitt sindur broyttari útgávu, ið kallast NeoOffice.

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið