North East Altantic Fisheries Commission
NEAFC er stytting fyri North East Altantic Fisheries Commission. Henda nevnd varð stovnað í 1980 og hevur til endamáls 1) at geva upplýsingar um støðuna hjá fiskastovnunum í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, 2) at koma við stýringstiltøkum, sum tryggja vernd og skynsama gagnnýtslu av hesum stovum og 3) at koma við tilmælum um verndartiltøk fyri stovnar, sum eru í altjóða sjógvi í hesum partinum av Atlantshavi. Føroyar er limur í NEAFC. Fyriskipanir um javningar og skilhaldsreglur fyri fiskiveiði, sum verða ásettar eftir millumlandssáttmálum, skulu samráðast við heimastýrið og samtykkjast av heimastýrinum, áðrenn tær verða settar í gildi fyri Føroyar.
Limalond
rættaSlóðir úteftir
rætta- Almenn heimasíða (kelda)