Skipanøvn Akeman Street (2009–2011)
Scintu (2011–2014)
Norman Atlantic (desember 2014)
Byggiár 2009
Reiðarí Saremar (2011–2012)
Grandi Navi Veloci (2013)
Moby Lines (2013)
LD Lines (2013–2014)
Caronte and Tourist (oktober–desember 2014)
ANEK Lines (desember 2014-)
BRT 26.904
Ferð 23,5 míl
Ferðafólk 850
Bilar 200
Longd 186,50 m
Breidd 25,60 m

MS Norman Atlantic er ein roll-on/roll-off (ROPAX) ferðamannaskip, ið italska reiðaríið Visemar di Navigazione eigur, og sum í 2014 var útleigað til grikska reiðaríið ANEK Lines. Hin 28. desember 2014 kom eldur í ferjuna, meðan hon sigldi rutusigling frá grikska havnabýnum Patras til Ancona í Italia, við støðgi í grikska býnum Igumenitsa. Eldur kom í, stutt eftir fráferð úr Igumenitsa, tá ið skipið var komið í Otrantosundið í Adriatarhavinum. Í minsta lagi ttrettan fólk hava mist lívið, harav vóru 11 umborð, tá ið eldurin kyknaði, og tveir albanskir menn doyðu tann 30. desember, meðan teir vóru til arbeiðis umborð á einum sleipibáti, ið skuldi sleipa ferjuna til lands.[1] Ein veirur brast og varð slongdur á menninir, ið doyðu.[2] 427 fólk vóru bjargaði í lívi av brennandi ferjuni.[3]

Tá ið vanlukkan hendi var Norman Atlantic var 44 sjómíl (81 km) í ein útnyrðing av griksku oynni Korfu, 33 sjómíl (61 km) í ein útnyrðing av griksku oynni Othonoi. Við ferjuni vóru 222 akfør, 411 ferðafólk og manningin taldi 55 (22 italiufólk, 33 grikkar).

Fólkini umborð flýddu upp á dekkini ovast á skipinum, tað var tað einasta staðið ið tey kundu vera, tí eldur var í restini av skipinum. Regnið oysti niður, tað var nógvur vindur og høg alda, so fólkini gjørdust vát og køld, men samstundis gjørdi eldurin, at dekkið var brennandi heitt at standa á, og skógvarnir hjá fleiri teirra smeltaðu av hitanum, søgdu fleiri við sjónvarpsrásir og aðrir tíðindamiðlar.

Grikkar, italiumenn og albanar gjørdu alt ið tey kundu fyri at bjarga fólkunum umborð á Norman Atlantic, men tað var sera torført orsakað av ringa veðrinum. Umleið 150 sluppu í bjargingarbátar, men restin av fólkunum stóðu á dekkinum í umleið eitt døgn og summi stóðu har í meira enn eitt døgn, áðrenn tað eydnaðist at bjarga tey. Ein og ein vóru tey hálaði upp í bjargingartyrlur, ið hildu fram við bjargingararbeiðnum alla náttina og allan mánadagin, til øll ið vóru á lívið vóru fingin av skipinum. Skiparin var tann seinasti ið fór av skipinum, tað var umleið 36 tímar eftir, at eldurin varð staðfestur.

Italskir myndugleikar hava sett í verk eina kanning, um hví eldur kom í Norman Atlantic. Grikskir myndugleikar hava eisini sett eina kanning í verk.

Tað er óvist, júst hvussu nógv ferðafólk vóru við umborð á Norman Atlantic. Fyrst varð sagt, at samanlagt vóru 478 fólk umborð, men samsvar er ikki millum listan yvir ferðafólk og tey bjargaðu, summi eru komin fyri tvær ferðir, og umleið 80 av teimum bjargaðu vóru als ikki á listanum sambært italskum myndugleikum, so tað ber ikki til neyvt at siga, um hvussu nógv fólk møguliga enn eru saknaði. Hildið verður, at umleið 40 fólk av listanum eru ikki komin aftur í aftur.

Keldur

rætta
  1. theguardian.com
  2. abc.net.au
  3. "Italy ferry: Death toll rises to 10 as evacuation ends". BBC News Online. 29 December 2014. http://www.bbc.com/news/world-europe-30624086. Heintað 29 December 2014. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið