Suðurjútland

(Ávíst frá Norðurslesvík)

Suðurjútland (danskt: Sønderjylland) eitur eisini Norðurslesvík. Saman við Suðurslesvík, sum er partur av Týsklandi, er Norðurslesvík partur av gamla hertugadøminum Slesvík. Í 1864 misti Danmark Slesvík og Holstein til Týskland. Her búðu fólk, sum tosaðu danskt, frísiskt og týskt saman. Tá Týskland tapti fyrra heimsbardaga var møguligt at halda eina fólkaatkvøðu í einum parti av Slesvík um, hvat land, tey skuldu verða partur av. Hetta var 10. feb. og 14. mars í 1920. Valdemarsdag, 15. juni 1920, gjørdist Norðurslesvík aftur alment ein partur av Danmark og verður nú kallað Suðurjútland. Markið bleiv flutt frá Kongaánni, sunnan fyri Kolding, til beint norðan fyri Flensborg. Suðurslesvík helt fram við at vera partur av Týsklandi - frá Flensborg har norðuri til Rendsburg við ánna Ejderen. Enn er ein týskur minniluti í Suðurjútlandi og ein danskur minniluti í Suðurslesvík. Tí eru týskir skúlar í Suðurjútlandi og danskir skúlar og feløg í Suðurslesvík.

Tá ið 1. heimskríggið var av, varð Suðurjútland eftir fólkaatkvøðu í 1920 aftur danskur landslutur.

Sí eisini

rætta