Níkíta Sergejevitj Khrúsjtjov (russiskt: Никита Сергеевич Хрущёв; føddur 3. apríl 1894 í Kalinovka í Kursk Oblast, deyður 11. september 1971 í Moskva) var sovjetiskur politikari.[1]

Nikita Khrusjtjov í 1963 í Berlin.

Hann var frá 14. september 1953 til 14. oktober 1964 Fyrsti floksskrivarin í Kommunistaflokki Sovjetsamveldsins og harvið kommunistiski statsleiðarin í Sovjetsamveldinum.

Nýggi politikkurin hjá honum aftaná deyða Stalins er kendur undir heitinum avstalinisering, hóast Khrusjtjov í tíðarskeiðnum við Stalin á odda hevði verið trúfastur fylgisveinur einaræðisharrans. Í 1938 gjørdist Nikita Khrusjtjov Fyrsti floksskrivarin í ukrainska Kommunistaflokkinum. Fyri sín leiklut undir stjórnartíðini hjá Stalin fekk hann tað eykanavnið "slaktarin úr Ukraina".[2]

Slóðir úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Nikita Khrushchev dies, history.com
  2. Ayn Rand On ‘The Butcher Of The Ukraine’, intermexfreemarkett.blogspot.com