Niclasen Brøðurnir

Niclasen Brøðurnir var ein føroyskur bólkur stovnaður í 1957. Bólkurin var úr Hvalba. Teir ið mannaðu bólkin vóru, Levi (Óðin Ódn), Jenis, Svenning og Steingrím Niclasen. Bólkurin gav út tvær plátur í 1962, við fýra stakløgum (single 45).

Við øðrum heitið, eru teir eisini kendir sum Hvalbiarbrøðurnir.

Tá eina plátan kom á marknaðin, var heitið á einum sangi skeivt prenta. Sangurin "Eg leingist" skuldi eita "Mær leingist".

Sangir útgivnir

rætta
  • Mín Elskaða (Single 45) Levi Niclasen, orð. Lag, Svenning Niclasen. Levi syngur og spælir gittara, Svenning spælir á harmoniku.
  • Kom vinur (Single 45) Steingrím Niclasen, orð. Lagið er norskt. Jenis syngur, Levi spælir gittara og Svenning spælir á harmoniku.
  • Eg leingist (Single 45) Levi Niclasen, orð. Lag, Svenning Niclasen. Levi syngur og spælir gittara, Svenning spælir á harmoniku.
  • Nú er hon komin til handa (Single 45) Levi Niclasen, orð. Lag, Svenning Niclasen. Levi spælir gittara og syngur saman við Jenis, Svenning spælir á harmoniku.