Nebbafiskur, í talumáli eisini nevndur finnhvalur, er ein stórur, mjávaksin barduhvalur. Hann er nakað minni enn royður. Nebbafiskur er sera kvikur og smidligur; hann er góður svimjari og skjýtir seg lættliga upp úr sjónum. Har ætið er tættast, er nebbafiskur at finna. Tá ið hann gloypir føðina, víðkar hann hálsfoyrurnar út sum eitt stórt opið regnskjól. Nebbafiskur liggur altíð á høgru lið, tá ið hann etur.[1]

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Nebbafiskur
Nebbafiskur í Grønlandi
Nebbafiskur í Grønlandi
Stødd samanborin við miðalmenniskja
Stødd samanborin við miðalmenniskja

Vulnerable
Varðveitingarstøða
Viðbrekin
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
(Dýr)
Fylki: Chordata
(Chordatar)
Undirfylki: Vertebrata
(Ryggdýr)
Flokkur: Mammalia
(Súgdjór)
Hópur: Cetacea
(Hvalir)
Yvirætt: Mysticeti
(Barduhvalir)
Ætt: Balaenopteridae
(Nebbafiskar)
Slekt: Balaenoptera
Linnaeus, 1758
Slag: B. physalus
Útbreiðsluøki hjá nebbafiski.


Upprunaliga hevur royður verið felagsnavnið fyri bláhval og nebbafisk, tí føroyingar hava ikki sæð mun á hesum báðum stóru og meinlíku hvalunum. Navnið nebbafiskur, ið kemur av eldri nebbahvalur, er uttan iva upprunaliga navnið fyri døgling, sum á eldri donskum eisini er kendur sum næbbehval, norskt nebbehval, sipandi til skapið á kjaftinum, ið líkist nevi. Hvussu hetta er vorðið navnið á ”finhvali” í nýggjari tíð, er ein gáta. [2]


 
Beinagrind av nebbafiski


 
Nebbafiskur á føroyskum frímerki


Keldur

rætta
  1. Dorete Bloch og Edward Fuglø, Villini súgdjór í Útnorði, Føroya Skúlabókagrunnur, í samstarvi við Føroya Náttúrgripasavn, Tórshavn 1999
  2. Fróðskparrit, 43. nummar, 01.01.1995, s 79
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið