Napalm
Napalm er ein eldfim væta brúkt í krígsførslu. Vætan er ein blandin av geléevni og petroleum ella líknandi brennievni. Upprunaliga var vætan brúkt sum eldásetandi evni ímóti bygningum, men seinni fyrst og fremst sum bumba, av tí at napalm setur seg fast á húðina, og veldur stórum brunasárum, tá tað kemur í samband við eld. Napalm varð framstillað i 1942 í einari loyniligari rannsóknarstovu á Harvard Háskúlanum í USA. Leiðandi evnafrøðingurin í verkætlanini var Louis Fieser.[1] Fyrsta niðurskrivaða nýtslan av napalm var undir seinna heimsbardaga. USA nýtti evnið nógv í krígsførslu síni ímóti japanskum býum, og undir Koreanska krígnum og Vjetnamkrígnum.
Napalm dregur navn sítt av stívilsis/geléevnunum "naphtenicsýru" og "palmatiksýru".[2]"Napalm B" er eitt meira nýligt útlegg av napalm, og sjálvt um evnafrøðiliga samansetingin er nógv øðruvísi, verður tað evnið ofta umtalað sum napalm.[3]
Víðari lesnaður
rætta- Brooks E. Kleber and Dale Birdsell, The Chemical Warfare Service: Chemicals in Combat. (1966) Washington, DC: Center of Military History, United States Army, 1990.
- Paul McCue and Max Baker, SAS Operation Bulbasket: Behind the Lines in Occupied France. Barnsley, S. Yorks: Pen and Sword Books, 2009.
- Robert M. Neer, Napalm: An American Biography. Cambridge, MA: Belnap Press, 2013.
Keldur
rætta- ↑ "Napalm: An American Biography". 3. apríl 2013. http://www.nature.com/nature/journal/v496/n7443/full/496029a.html. Heintað 9. februar 2016.
- ↑ "Napalm". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-26. https://web.archive.org/web/20130826104320/http://oxforddictionaries.com/definition/english/napalm.
- ↑ "Napalm". http://www.globalsecurity.org/military/systems/munitions/napalm.htm. Heintað 9. februar 2016.