Lat upp høvuðsmeny

Naguib Mahfouz (Arabiskt: نجيب محفوظ Nagīb Maḥfūẓ, Fyrimynd:IPA-arz; 11. desember 1911 – 30. august 2006) var ein egyptiskur rithøvundur, ið vann Nobelvirðislønina í bókmentum í 1988. Hann verður mettur at vera ein av teimum fyrstu samtíðarrithøvundunum í arabiskum bókmentum, saman við Tawfiq el-Hakim, ið hevur skrivað um eksistensialismuna.[1] Hann gav út 34 skaldsøgur, meira enn 350 stuttsøgur, ein hóp av filmsritum, og fimm sjónleikir í 70 ára longu yrkisleiðini. Fleiri av verkum hansara eru gjørd til egyptiskar og útlendskir filmar.

Naguib Mahfouz
Necip Mahfuz.jpg
Fødd(ur) (1911-12-11)11. desember 1911
Keiro, Khedivatið Egyptaland
Andaðist 30. august 2006(2006-08-30) (aldur 94)
Keiro, Egyptaland
Starv Skaldsøgurithøvundur
Tjóðskapur Egyptari
Týðandi verk Cairo Trilogy
Týðandi heiðurslønir Nobelvirðislønin í bókmentum (1988)

KeldurRætta