Nólsoyingurin 10-mannafar

Nólsoyingurin er eitt føroyskt 10-mannafar, sum hoyrir til Nólsoyar Ítróttarfelag. báturin er svartur við hvítari rond.

Nólsoyingurin vinnur Ólavsøku 2003

Nólsoyingurin hevur vunnið føroyameistarheiti 6 ferðir. Hann vann øll síni føroyameistarheitir í 1980'unum, Nólsoyingurin vann í 1981, 1982, 1985, 1986, 1988 og 1989.