Wolfgang Amadeus Mozart

Klassiskur tónasmiður
(Ávíst frá Mozart)

Wolfgang Amadeus Mozart, doyptur Johannes Chrysostomus Wolfgangus Theophilus Mozart, (27. januar 1756 í Salzburg5. desember 1791 í Wien) var ein eysturríkskur tónasmiður. Hann verður vanliga viðurkendur sum ein av størstu tónasmiðunum innan klassiskan tónleik. Hann er ein av meistarunum av wienarklassikkinum og ein av teimum best dámdu tónasmiðunum nakrantíð.

Málningur av Mozart, málaður eftir deyða hansara.

Sjálvt um hann doyði bert 35 ára gamal, var hansara lívsverk sera stórt í vavi, og fevndi um øll tónleikasløg, ið vóru vanlig tá í tíðini: operair, ballettónleikur, symfoniir, solokonsertir (fyri klaver, violin og bratsch, valdhorn, tvørfloytu, klarinet og obo), messur, lied, strúkarakvartettir, sonatur og nógvur annar kamartónleikur.

Øll verk Mozarts eru blivin bólkað av Ludwig von Köchel í KV (Köchel-Verzeichnis). Hvørt verk er skrásett við KV-skrásetingarnummar. T.d. stendur KV 525 fyri Eine kleine Nachtmusik.

Mozart var eins og systir hansara Maria Anna Mozart eitt satt undurbarn. Hann spældi cembalo frá hann var trý ára gamal og fór longu at komponera løg, tá hann var fimm ára gamal. Seinni spældi hann eisini klaver og violin.

Keldur

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið