Axel Mogens Leif Lykketoft (føddur 9. januar 1946 í Keypmannahavn) er danskur politikari (Socialdemokraterne). Hann varð útbúgvin cand.pol. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet) í 1971.

Mogens Lykketoft

Politiska yrkisleiðin rætta

Mogens var fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnir umboðandi valdømið Københavns Amtskreds frá desember 1981 til november 2007 og formaður fyri danska Javnaðarflokkin frá desember 2002 til april 2005.

Hann var formaður í Fólkatinginum frá september 2011 til juli 2015 og formaður á ST-aðalfundinum frá september 2015 til september 2016.[1][2][3]

Mogens Lykketoft var uttanrikisraðharri í Danmark frá desember 2000 til november 2001, figgjarmalaraðharri í tíðarskeiðnum 25. januar 1993 til 21. desember 2000 og skattamálaráðharri frá januar 1981 til september 1982.

Familian rætta

Mogens er sonur Marthu og Axel Lykketoft, ið var lithandlari. Í 1967 giftist hann við Aase Toft (d. 1979). Tey áttu tvey børn í hjúnalagi: Maja (f. 1969) og Kit (f. 1972). Í 1980 giftist hann við Helle Mollerup (sk. 1987). Í 1987 bleiv hann giftur við Jytte Hilden (sk. 2004) og í 2005 giftist hann við Mette Holm.

Ávísingar úteftir rætta

Keldutilfar rætta