Mikkel Hansen (føddur 22. oktober 1987) er ein danskur hondbóltsleikari, ið í løtuni spælir fyri PSG Handball. Hann varð valdur til Heimsins besta hondbóltsleikara av IHF (International Handball Federation) í 2011. Hann hevur fyrr spælt fyri danska hondbóltsfelagið GOG, har hann vann danska meistaraheitið í 2007. Hann gjørdist partur av FC Barcelona í juni 2008. Hin 2. juni 2010 flutti hann aftur til Danmarkar fyri at spæla fyri AG København, eftir at hava spælt hondbólt í 2 ár í Spania.

Mikkel Hansen
Persónlig kunning
Fødd/ur (1987-10-22) 22. oktober 1987 (aldur 37)
Helsingør, Danmark
TjóðskapurDanskur
Hædd1,96 m (6 ft 5 in)
Vekt100 kg
LeikarastøðaVinstri bakkur
Kunning um feløg
Núverandi felagPSG Handball
Nummar24
Feløg í ungdómsárum
1997–2000
2000–2005
IF Helsingør
Virum-Sorgenfri HK
Feløg sum vaksin
2005–2008
2008–2010
2010–2012
2012–
GOG Svendborg TGI
FC Barcelona
AG København
PSG Handball
Landslið
2007–Danmark136 (632)[1]

Mikkel Hansen gjørdist evropameistari í hondbólti við danska landsliðnum, tá ið teir vunnu EM í hondbólti 2012 í Serbia. Hann varð eisini valdur á All-Star lið í kappingini sum besti vinstibakkur.[2] Í 2011 var hann partur av dansia landsliðinum, ið vann silvur á HM í hondbólti 2011 í Svøríki. Hann gjørdist toppskorari í kappingini.

Privatlív

rætta

Pápi hansara, Flemming Hansen, spældi eisini á danska hondbóltslandsliðnum, har hann spældi 120 landsdystir og skoraði 240 mál og luttók í Summar-OL 1984.[3][4]

Keldur

rætta