Melania Trump
fyrrverandi forsetafrúa í USA
Melania Trump (f. Melanija Knavs 26. apríl 1970) er fyrrverandi forsetafrúa í USA. Í 2016 eydnaðist tað Donald Trump at blíva forseti í USA; Melania bleiv sostatt forsetafrúa í USA. Melania giftist við Donald Trump í 2005.[1] Hon var fødd í Slovenia.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/82/Melania_Trump_official_portrait.jpg/220px-Melania_Trump_official_portrait.jpg)
Hon fekk nógvar ákoyringar, eftir at hon helt eina røðu í 2016, har hon hevði lánt fleiri brot frá eini talu hjá Michelle Obama. Talan var um fyrstu taluna hjá Melaniu Trump í valstríðnum, og fólk vórðu skjót at vísa á, at talan líktiskt sera nógv taluni, ið Michelle Obama bar fram á Demokratiska flokstinginum í 2008. Seinni gjørdist tó greitt, at fleiri brot vóru tikin orðarætt frá taluni í 2008.[2]