Lat upp høvuðsmeny
Malvestiti tann dagin hann varð vígdur sum biskupur.

Maurizio Malvestiti (føddur 25. august 1953) er ein italskur biskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Lodi. Hann hevur verið biskupur har síðan 26. august 2014. [1] Undanmaður hansara var Giuseppe Merisi.[2]

Hann varð føddur í Marne av Filago í 1953, og varð doyptur í Bartolomæus kirkjuni. Hann varð prestvígdur í 1977 og helt fram við teologiska lesnaðinum í Róm.

Frá 1994 til 2009 var hann í starvi hjá Kongresjónini hjá teimum Eysturlendsku Kirkjunum. Hin 19. juni 2009 gjørdist hann undir-skrivari hjá kongresjónini.[3]

Hin 26. august 2014 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan biskup av Lodi.[4][5] Leonardo Sandri vígdi hann hin 11. oktober 2014 í Pæturskirkjuni, og varð hann settur inn í Lodi hin 26. oktober.

MyndirRætta

KeldurRætta

Slóðir úteftirRætta



Sí miðlasavnið