Matador (sjónvarpsrøð)
Matador er ein donsk sjónvarpsrøð í 24 pørtum, framleidd 1978-1981. Røðin er instruerað av Erik Balling eftir hugskoti hjá Lise Nørgaard, sum saman við Paul Hammerich, Karen Smith og Jens Louis Petersen skrivaði handritið, meðan teknarin Arne Ungermann stóð fyri teimum løttu vignettunum, sum innleiða og enda hvønn av teimum 24 pørtunum. Tónleikatemaið í sjónvarpsrøðini er komponerað av Bent Fabricius-Bjerre.
Røðin fylgir lívinum í einum donskum landsbýi í tíðarskeiðnum 1929-1947. Høvuðsperónurin, Mads Andersen-Skjern, kemur í 1929 sum handilsreisandi til statiónsbýin Korsbæk. Hann leggur skjótt til merkis, at vinnulívið í býnum er støðgað upp, so hann fer í holt við at lata upp ein klædnahandil, sum vinnur kappingina við hin higartil einasta handilin av hasum slagnum í býnum, Damernes Magasin.
Sjónvarpsrøðin teknar eina fína mynd av tíðini undir kreppuni í 1930-árunum og av Danmark undir týsku hersetingini. Hyggjarin fylgir lívinum hjá familjunum, og røðin gevur samstundis eina vælrakta tíðarmynd. Íblásturin frá eitt nú tí ensku sjónvarpsrøðini Upstairs, downstairs (danska heitið var: Herskab og tjenestefolk) er týðulugur, men sjónvarpsrøðin Matador er álíkavæl sera donsk í sínum úttrykki og gjørdist serliga væleydnað orsakað av frálíkum framførslum av fleiri av bestu sjónleikarunum í Danmark. Fleiri av teimum leikandi mugu í dag, fleiri ár seinni, enn finna seg í at verða sett í samband við tann leiklut, ið tey spældu í Matador.
Røðin er blivin ein danskur klassikari og ein av best eydnaðu sjónvarpsrøðunum hjá Danmarks Radio nakrantíð. Sjónvarpsrøðin var frumsýnd í Danmark hin 11. november 1978, og tann seinasti parturin var vístur í 1981, men síðan ta seinastu sýningina, so hevur røðin verið at sæð hesi árini (1. partur er sendur hesi árini): í 1984, 1989, 1997, 1998, 2006 og 2012. Tá røðin varð endursend í 1986, varð ein einkultur partur sæddur af 3,6 milliónum hyggjarum, sum tá var tað hægsta hyggjaratal, sum nakrantíð er mált í Danmark. Sjálvt tá tann sætta endursendingin varð víst í 2006-2007, tá DR ikki longur var tann einasta danska sjónvarpskanalin, var tað álíkavæl yvir ein millión, ið hugdi eftir hvørjum parti. Røðin er seld til fleiri onnur lond, og harumframt kom øll røðin út á 12 DVD-fløgum í2001, og fyrst í 2011 vóru yvir 3 milliónir eintøk seld, og tað ger Matador til mest selda DVD í Danmark nakrantíð.
Eisini í Føroyum hevur Matador verið víst fleiri ferðir, og eisini her hevur sjóvarpsrøðin verið vælumtókt.
Tey leikandi
rætta
|
|
Yvirlit yvir teir einstaku partarnar í Matador
rættaTíðarskeið 1 | Heitið á partinum | Tíðarskeiði har parturin fer fram | Handrit | Upprunaliga sent í Danmark ár |
---|---|---|---|---|
1. | Den rejsende | 1929 | Lise Nørgaard | 1978 |
2. | Genboen | 1929 | Jens Louis Petersen | 1978 |
3. | Skiftedag | 1930 | Karen Smith | 1978 |
4. | Skyggetanten | 1931 | Lise Nørgaard | 1978 |
5. | Den enes død | 1932 | Paul Hammerich | 1978 |
6. | Opmarch | 1932 | Lise Nørgaard | 1978 |
Tíðarskeið 2 | Heitið á partinum | Tíðarskeiði har parturin fer fram | Handrit | Upprunaliga sent í Danmark ár |
7. | Fødselsdagen | 1933 | Lise Nørgaard | 1979 |
8. | Komme fremmede | 1934 | Karen Smith og Lise Nørgaard | 1979 |
9. | Hen til kommoden | 1935 | Paul Hammerich | 1979 |
10. | I disse tider | 1935 | Lise Nørgaard | 1979 |
11. | I klemme | 1936 | Jens Louis Petersen | 1979 |
12. | I lyst og nød | 1936-1937 | Lise Nørgaard | 1979 |
Tíðarskeið 3 | Heitið á partinum | Tíðarskeiði har parturin fer fram | Manuskript | Upprunaliga sent í Danmark ár |
13. | Et nyt liv | 1937-1938 | Lise Nørgaard | 1980 |
14. | Brikkerne | 1938-1939 | Lise Nørgaard | 1980 |
15. | At tænke og tro | 1939 | Karen Smith | 1980 |
16. | Lauras store dag | 1940 | Lise Nørgaard | 1980 |
17. | De voksnes rækker | 1941-1942 | Paul Hammerich | 1980 |
18. | Hr. Stein | 1943 | Lise Nørgaard | 1980 |
Tíðarskeið 4 | Heitið á partinum | Tíðarskeiði har parturin fer fram | Handrit | Upprunaliga sent í Danmark ár |
19. | Handel og vandel | 1944 | Lise Nørgaard | 1981 |
20. | Den 11. time | 1945 | Lise Nørgaard | 1981 |
21. | Vi vil fred her til lands | 1945 | Lise Nørgaard | 1981 |
22. | Det går jo godt | 1945-1946 | Lise Nørgaard | 1981 |
23. | Mellem brødre | 1946 | Lise Nørgaard | 1981 |
24. | New Look | 1947 | Lise Nørgaard | 1981 |
Slóðir úteftir
rættaKeldur
rætta- Per Kuskner, Matador - mennesker, myter og minder, People's Press, 2011. ISBN 978-87-7108-450-4.
- Søren Pind. Lise Nørgaard. Et portræt. 2005.
- Lise Nørgaard, Et liv med Matador, DR, 2003 (2. udgave 2007). ISBN 978-87-7680-308-7.