Martin Holm varð føddur í Hvalba 18. desember 1909. Hann tók læraraprógv á Vordingborg Seminarium í 1933; hann sat í lærarastarvi ymsa staðni í Danmark, til hann í 1945 flutti heim aftur til Føroya, har hann fekk starv við Føroya millum- og realskúla í Havn. Í 1962 varð hann settur sum adjunktur við Føroya Læraraskúla og sum rektari við sama skúla frá 1. august 1965.

Martin Holm
er eitt menniskja
Fødd(ur) 18. des 1909 í/á Hvalba
Andaðist 26. sep 1970 í/á Mykines
Alma mater Q12344075
Starv politikari, head teacher, ítróttarleiðari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Holm tók sum umboð fyri Fólkaflokkin lut í føroyskum politikki og var tingmaður tvey valskeið 1946-1954. Hann var formaður fyri Ítróttarsamband Føroya 1946-1962 og blaðstjóri á "Ítróttartíðindum" 1947-1961. Martin Holm doyði 26. september 1970 í flogvanlukkuni í Mykinesi.[1]

Útgávur rætta

  • Navnalæra í fimleiki, 1969, bók til skúlabrúks.

Keldur rætta

  1. Snar.fo, Martin Holm (1909-1970)[deyð leinkja]