Marius Gad
Jakob Marius Elieser Kristian Gad (f. 8. apríl 1827 í Nes prestagarði á Nesi – d. 29. oktober 1902 í Keypmannahavn) var ein føroyskur-danskur búskaparfrøðingur og politikari.
Jakob Marius Elieser Kristian Gad | |
---|---|
Føddur | 8. apríl 1827 Nes prestagarði Nes, Eysturoy Føroyar |
Doyði | 29. oktober 1902 Keypmannahavn Danmark |
Útbúgving | Cand. Polit |
Yrki | Búskaparfrøðingur / Politikkari / Rithøvundur |
Hjúnafelagi | Emilie Agnete Foss |
Foreldur | Jørgen Gad, prestur á Nesi og Frederikke Dorothea f. Kornerup |
Børn | Anna Sophie Gad, Laurids Frederik Gad, Christiane Agnes Johanne Gad |
Marius Gad var sonur Jørgen Gad (1799-1879), ið var pestur á Nesi 1824-1832. Efter at hava tikið studentsprógv í Kolding í 1845 fór Marius undir at lesa stjórnarfrøði (statsvidenskabelige studier), men mátti avbróta lesnaðin meðan hann tók lut í 1. slesvigska krígnum, har hann varð útnevndur til sekondløjtnant i artillarínum (1850). Efter at hava tikið lesnaðin uppaftur gjørdist Marius Gad í 1854 cand.polit.. Hann gjørdi síðan voluntørtænastu í Krígsmálaráðnum í eina tíð og fekk seinni arbeiði í einum handislhúsi í Keypmannahavn. Í 1859 kom hann aftur í Krígsmálaráðið sum ’kancellist’. Eftir at han í 1863 varð útnevndur til premierløjtnant, bleiv han í 1864 skrivari hjá sjefinum fyri ’Armeens intendantur’ og í 1868 fulltrúi i Krígsmálaráðnum, inntil han 5. januar í 1878 varð útnevndur stjóri fyri Kongerigets statistiske Bureau, sum han stjórnaði inntil 1895, tá hann bleiv stjóri fyri ’Finansministeriets 2. Revisionsdepartement’.
Í 1856 giftist hann Emilie Agnete Foss (9. november 1825 – 3. apríl 1886), dóttur borgmeistaran Laurits Foss og Frederikke Agnete f. Smith.
Marius Gad var í tíðarskeiðnum 1854-1879 lærari í búskaparfrøði og hagfrøði (statistikk) á ’Grüners Handelsakademi’, har hann gjørdist limur í, og seinni formaður fyri, ’Kontrolkomitéen’. Frá 1877 var hann próvdómari (censor) við ’den statsvidenskabelige eksamen’ og í 1887 varð hann útnevndur limur í nýstovnaða ’Jernbanerådet’, har hann sat til ráðið varð avtikið í 1893. Hann hevur eisini virkað sum hagfrøðiligur og búskaparfrøðiligur rithøvundur, lutvíst í ymsum tíðarritum og bløðum, lutvíst við eini lærubók í búskaparfrøði, sum kom út fyrstu ferð í 1859 og sum serliga gjørdist kend í Svøríki, og lutvíst við eini kappingarritgerð til professaraembætið í búskaparfrøði (statsøkonomi): Om Forskjellen mellem direkte og indirekte Skatter (1863) og loksins við teim sera væl skrivaðu ársritunum ”Fremstilling af Danmarks Statistik” (fyrstu ferð í 1859). Frá 1871 var hann limur í ’Landmandsbankens bankråd og delegation’.
Marius Gad varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í Fredericia valdømi í 1858 og umboðaði hetta valdømið í 18 ár. Í 1879 varð hann valdur í Fólkatingið í ’Keypmannahavnar 6 valdømi’ (Københavns 6. valgkreds), sum hann umboðaði til 1895, tá hansara politiska karriera endaði. Fólkatingið valdi hann til ríkisgrannskoðara (statsrevisor) í 1864-1865 og 1866-1872. Hann varð limur í tí stóra stjórnarflokkinum inntil stjórnarskipanarbroytingina í 1866, tá hann gjørdist formaður í ’Mellempartiet’, men tá hesin flokkur varð upploystur í 1876, fór hann upp í flokkin ’Højre’.
Marius Gad bleiv Riddari av Dannebrog 1883, Dannebrogsmand 1888 og Kommandørur av 2. grad 1897 og bar m.a. eisini heiðursmerkið frá 'Nordstjerneordenen'.
Keldur
rætta- Harald Westergaard, "Gad, Jakob Marius Elieser", í Dansk Biografisk Lexikon, København: Gyldendal 1887-1905.
Ekstern leinki
rætta- Marius Gad H. Wulff: í Den danske Rigsdag