Mamuka Toronjadze (føddur 13. mai í 1986) er miðvalla fótbóltsleikari frá Georgia. Í 2010 flutti hann til Føroya fyri at spæla við FC Suðuroy. Eftir at FC Suðuroy rykti niður í 1. deild í oktober 2010, gjørdi Mamuka Toronjadze nýggjan sáttmála við NSÍ úr Runavík, har hann spældi í 2011, tað gjørdist greitt seinast í november 2010.[1] Í 2012 fór hann aftur til heimland sítt at spæla fótbólt, hesaferð við FC Merani Martvili.

Mamuka Toronjadze.

Skoraði seks mál fyri FC Suðuroy

rætta

Mamuka Toronjadze skoraði seks mál fyri FC Suðuroy í Vodafonedeildini, tað var móti B36 9. mai 2010 á heimavølli, 22. august 2010 móti B36 á heimavølli,[2] 29. august móti ÍF í Fuglafirði og so skoraði hann tvey mál í Gundadali í dystinum móti HB 12. september 2010, har FC Suðuroy vann dystin 4-1. 19. september 2010 spældi FC Suðuroy javnt 1-1 móti toppliðnum NSÍ, tað var Mamuka sum skoraði málið fyri FC Suðuroy við frísparki í 45. minutti, beint áðrenn farið var til hálvleik.[3] Harumframt hevur Mamuka eisini skorað eitt mál fyri FC Suðuroy í kappingini um Løgmanssteypið, tað var á heimavølli 21. apríl 2010 í dystinum móti Skála. Tann dystin vann FC Suðuroy 6-1.

Fótbólts lívsleið

rætta

Keldur

rætta
  1. Sportal.fo, Mamuka Toronjadze til NSÍ.
  2. Sudurras1.com[deyð leinkja]
  3. "Sudurras1.com". http://www.sudurras1.com/pages/posts/javnleikur-a-eidinum4423.php. Heintað 2010-09-19. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið