Magni Mohr er ein føroyskur granskari og rithøvundur. Hann er ítróttarfrøðingur, útbúgvin ph.d. í ítróttarfysiologi (exercise physiologi) á Exeter University í Onglandi, har hann eisini er settur í starv sum seniorgranskari. Hann hevur eisini starvast á Københavns Universitet sum granskari í fleiri ár. Hann hevur verið knýttur at venjaratoyminum hjá Juventus (2008-11), Chelsea og danska fótbóltslandsliðnum. Hann spældi fótbólt við VB á ungum árum og hevur eisini virkað sum partur av venjaratoymi í føroyskum fótbólti, eitt nú var hann hjálparvenjari hjá HB í 2011.[1] Magni er úr Vági, sonur Jákup og Sólrun Mohr og beiggi Høgna Mohr.

Í juli 2013 gav hann saman við Svannu Hanusardóttir út fyrstu fysiologibókina á føroyskum. Bókin eitur Fysiologi - Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi og er bæði ætlað til undirvísing og til brúk hjá venjarum, ítróttaráhugaðum og fólki sum hava áhuga í hvussu kroppurin virkar serliga í samband við rørslu.[2]

Í mai 2014 varð hann settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya sum lektari í heilsuvísindum. Starvið er liður í menning av heilsuvísindaliga fakøkinum á Setrinum.[3]

Útgávur rætta

  • Magni Mohr og Jens Bangsbo. Fitness Testing in Football.[4]
  • Mohr, M., Krustrup, P. (2012). Heat Stress Impairs Repeated Jump Ability After Competitive Elite Soccer Games. J Strength Cond Res.
  • Racinais, S., Mohr, M., Buchheit, M., Voss, S.C., Gaoua, N., Grantham, J., Nybo, L. (2012). Individual responses to short-term heat acclimatisation as predictors of football performance in a hot, dry environment. British Journal of Sports Medicine.
  • Racinais, S., Mohr, M., Buchheit, M., Voss, S.C., Gaoua, N., Grantham, J., Nybo, L. (2012). Individual responses to short-term heat acclimatisation as predictors of football performance in a hot, dry environment. British Journal of Sports Medicine, 46(11), 810-815.
  • Mohr, M., Nybo, L., Grantham, J., Racinais, S. (2012). Physiological responses and physical performance during football in the heat. Plos One, 7(6).
  • Bradley, P.S., Bendiksen, M., Dellal, A., Mohr, M., Wilkie, A., Datson, N., Orntoft, C., Zebis, M., Gomez-Diaz, A., Bangsbo, J., et al (2012). The Application of the Yo-Yo Intermittent Endurance Level 2 Test to Elite Female Soccer Populations. Scand J Med Sci Sports.[5]
  • Magni Mohr og Svanna Hanusardóttir. Fysiologi - Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Nám, 2013.

Ítróttarkanning av føroyskum kvinnum rætta

Í 2012-13 stóð hann á odda fyri einari ítróttargranskingarverkætlan, har 80 kvinnur í aldrinum 35 til 60 ár og sum ikki íðkaðu nakran ítrótt regluliga vóru kannaðar. Kvinnurnar vóru býttar upp í 4 bólkar, harav 3 bólkar skuldu íðka antin svimjing ella fótbólt 3 ferðir um vikuna og so skuldi ein kontrolbólkur vera, bólkarnir vóru býttir soleiðis: 20 skuldi íðka fótbólt, 20 skuldu svimja intervalsvimjing, hetta tók eini 15 til 20 minuttir, 20 skuldu svimja hóvliga í ein tíma, tvs. so langt sum tær orkaðu í ein tíma uttan tó at svimja skjótari enn at tær kundu klára at svimja út í eitt í ein heilan tíma, 20 spældu fótbólt í ein tíma, tó við støðgum, og gekk tað út uppá at tær samstundis skuldu hava tað stuttligt og at tað ikki skuldi vera ov formelt. Fysiologiskar kanningar vóru so gjørdar áðrenn og aftaná venjingarnar, eitt nú máta pulsin undir rennitest, sukurløðslutest, hjartaskanning, beinagrind- og feittskanning av øllum kroppinum, vekt, miðju- og mjadnamát vm. Verkætlanin var eitt samstarv millum fleiri partar, m.a. ÍSF og Pál Weihe, granskara.


Keldur rætta

  1. Sportal.fo, Magni Mohr verður hjálparvenjari hjá HB[deyð leinkja]
  2. Nam.fo, Fysiologi, Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi[deyð leinkja]
  3. Aktuelt.fo, Nýggjur lektari í heilsuvísindum, skrivað hevur: Ingi Samuelsen, hin 31. mai 2014.[deyð leinkja]
  4. Soccerfitness.com, New book - Fitness Testing in Football
  5. Sshs.exeter.ac.uk