Móður Teresa
Móðir Teresa (f. Agnesë Gonxhe Bojaxhiu 26. august 1910 í Skopje – † 5. september 1997 í Kalkutta í India) er heimskend katólsk nonna. Hon verður sædd sum verndareingilin hjá teimum, ið líða neyð, og hugsaði hon meira um tey enn um seg sjálva. Nú berjast India og Albania um beinagrindina hjá henni. Móðir Teresa varð borin í heim í Skopje, Makedónia. Foreldur hennara komu frá Albania - tó búði Móðir Teresa í India tað mesta av sínum vaksna lívi, sum ung búði hon eina tíð í Dublin í Írlandi. Móðir Teresa var indiskur statsborgari. Í 1979 fekk hon Friðarheiðursløn Nobels.