Míl
Ein míl er eitt longdarmát, sum er rættiliga ymiskt úr einum landi í annað, og sama landið kann hava ymiskar míl. Orðið míl kemur umvegis miðlágtýskt úr latíni 'milia (passuum)', sum merkir túsund (fet).
Tann gamla danska mílin var formliga avtikin sum eind í Danmark (og Føroyum) í 1907, tá metrisk eindarmát vórðu sett í gildi.
Ymsar míl
rættaNógv brúktar
rættaHesar mílir verða enn nógv brúktar. Sjómíl (fjórðingur) verður nýtt á sjónum og í flogferðslu um allan heimin. Ensk míl verður nýtt í enskttalandi heiminum. Munurin millum enska og amerikanska míl er so lítil, at hann vanliga ikki ger nakran mun. Ensk míl verður eisini nevnd international mile ella bara mile (úttalað meil).
Eftir at meturskipanin varð sett í gildi í Noregi og Svøríki, viðtóku londini bæði í 1889, at ein míl hereftir skuldi vera 10 000 metrar. Tann mílin verður framvegis brúkt í hesum báðum londunum, men so gott sum onga aðra staðni.
Navn | Longd í metrum |
---|---|
Ensk míl (brúkt í m.a. USA og UK) | 1 609,344 |
Amerikonsk míl (U.S.Survey mile) | 1 609,34722 |
Sjómíl (fjórðingur) | 1 852 |
Norsk-svensk míl (síðani 1889) | 10 000 |
Gamlar
rættaHesar eindirnar verða vanliga ikki brúktar longur og hava mest søguligan týdning.
Navn | Longd í metrum |
---|---|
Donsk míl | 7 532,48 |
Donsk sjómíl | 1 851,11 |
Geografisk míl (international) | 1 855 |
Geografisk míl (gl. donsk og týsk) | 7 421,43 |
Gomul norsk míl (til 1889) | 11 295 |
Gomul svensk míl (til 1889) | 10 689 |
Gomul finsk míl (til 1889) | 10 670 |
Rómversk míl | uml. 1 480 |
Russisk míl | 7 468 |
Svensk sjómíl | 7 420,44 |