Ludvig Petersen
Ludvig Petersen er føddur 20. februar 1918 í Sandavági. Komin til mans var hann trý ár fiskimaður, fór so á Føroya læraraskúla og tók prógv í 1942. Hann var vikarur á Viðareiði 1942-1943, lærari á Selatrað og Morskranesi 1944-1945 og í Bø og Gásadali 1945-1949. Árini 1946-1947 og 1947-1948 var hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole. Lærari á Tvøroyri 1949-1951 og við Millum- og Realskúlan í Tórshavn, seinni Tórshavnar Kommunuskúla, 1951-1965, harav varaskúlastjóri seinasta skúlaárið. Frá 1. oktober í 1965 settur í starv sum landsskúlaráðgevi og frá 1. august 1979 landsskúlastjóri. Hesi síðstnevndu størv hava havt við sær, at hann hevur sitið sum limur, ofta nevndarformaður, í óteljandi nevndum, ið lagt hava til rættis broytingar innan føroyska skúlaverkið.
Nevndarlimur hevur hann verið í Føroya Lærarafelag 1956-1966, harav formaður eina setu, og hann var blaðstjóri á Skúlablaðnum 1956-1967. Í 1963 gav hann út bygdarsøguna "Sandavágs søga", og hann var við í tí arbeiðsbólki, ið legði til rættis roknibókarøðina til 1-7. skúlaár 1965-1975.