Louisiana State Penitentiary
Louisiana State Penitentiary ella Angola, sum fongslið verður rópt orsakað av fortíðini sum trælaplantasja, liggur vakurt fyri við Mississippiánna í Louisiana, men náttúruna hugsa fangarnir ikki so nógv um. Fongslið er við sínum 5.000 fangum størsta hátrygdarfonslið í Sambandsríkinum Amerika. 80 prosent av fangunum eru svartir á liti, og tveir triðingar hava fingið ívlangað fongsulsrevsing. Í sekstiárunum var Angola tað harðrendasta fongslið í USA, men eitt miðvíst arbeiði í áratíggjur hevur í dag gjørt Angola til fyrimynd fyri onnur fongsul. Stjórin í fongslinum, Burl Cain, hevur givið sítt lív til Jesus, stovnað ein prestaskúla fyri fangar og hevur higartil fingið 2.000 brøður í andanum millum fangarnar. Angola hevur útvarpsstøð og virðislønta fangablaðið "Angolite", sum er púrasta óheft. Burl Cain heldur, at hansara friðaliga fongsul er eitt undur og lýsir seg sjálvan sum ein "hjartagóðan einaræðisharra einastaðni millum Jesus og hunnaran Attila".
Hygg eisini at
rættaSlóðir
rætta- Official website Archived 2007-01-05 at the Wayback Machine