Lone Dybkjær (fødd Lone Vincents, 23. mai 1940 í Frederiksberg, deyð 20. juli 2020 í Keypmannahavn (Bispebjerg)) var danskur verkfrøðingur og politikari (Radikale Venstre).[1]

Lone Dybkjær
Prioriteringsspil med Lone Dybkjær (6138191816) (cropped).jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 23. mai 1940 í/á Frederiksberg
Andaðist 20. jul 2020 í/á Bispebjerg Hospital
Deyðsorsøk cancer
Alma mater Technical University of Denmark
Starv politikari, yrkisbókahøvundur, lektari á fróðskaparsetri
Politiskur flokkur Radikale Venstre
Mál Danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 4621 1568
VIAF 336149196679174792936
LCAuth no99061053
Commons Lone Dybkjær

Lone Dybkjær varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1973. Í 2009 boðaði hon frá, at hon ikki fór at stilla upp aftur.[2] Hon tók seg úr Fólkatinginum í 2011.[3][1]

Hon var umhvørvismálaráðharri í donsku stjórnini (Poul Schlüter III) frá 1988 til 1990. Í 1994 gjørdist hon limur í Evropatinginum, har hon sat til 2004.[4][1]

Lone Dybkjær var gift við Ib Dybkjær frá 1964 til 1980. Tey áttu tvey børn. Hon giftist í 1994 við fyrrverandi danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum Lone var gift við til hon doyði..[3][5]

Ávisingar úteftirRætta

Sí miðlasavnið


KeldurRætta

  1. 1.0 1.1 1.2 Lone Dybkjær er død, tv2.dk, 21. juli 2020
  2. Lone Dybkjær forlader Folketinget, Politiken, 18. april 2009
  3. 3.0 3.1 Lone Dybkjær deyð, kvf.fo, 21. juli 2020
  4. Lone Dybkjær: Jeg skal lære at blive glad for livet igen, kristeligt-dagblad.dk
  5. Poul Nyrup Rasmussen, nyrup.dk