Ann Elisabeth Berg (fødd 30. oktober 1982 í Tórshavn[1]), betri kend undir listanavninum Lizzie, er ein føroysk/donsk/íslendsk songkvinna og sangskrivari.

Lizzie arbeiddi saman við tí danska framleiðaratoyminum sammen Madness 4 Real, Pitchshifters og tekstskrivaranum Jonas Kur í hálvtannað ár við hennara fyrstu fløgu, sum kom út í februar 2008. Tað fyrsta staklagið av hesi fløgu, var "Ramt i natten" (2007). Staklagið gjørdist eitt stórt hitt bæði í Danmark og í Føroyum. Í Danmark var sangurin nógv spældur bæði av útvarpsrásum og av DJ'um, og tað lá í ikki færri enn 32 vikur á tí danska Dancechart hittlistanum. Lizzie fekk í august 2008 handað fýra-dupulta platin fyri staklagið tí fleiri enn 60.000 downloads vóru seld á netinum av sanginum, og hetta gjørdi sangin til tann mest downloadaða sangin í Danmark nakrantíð.[2][3][4] Fløgan við sama heitið fekk gull í august 2008 fyri 15.000 seld eintøk.[5] Lizzie móttók Danish Music Awards 2009 heiðurslønina fyri Ársins danska hitt.

Tónleikaútgávur rætta

Stakløg/stakfløgur rætta

  • "Ramt i natten" (2007)
  • "Dans med mig" (2008)
  • "I morgen" (2008)

CD rætta

  • Ramt i natten (2008)

Keldur rætta

  1. Bandlist.dk[deyð leinkja]
  2. Schollert, Peter (17. marts 2008). "Lizzie skriver musikhistorie". Jyllands-Posten. http://musik.guide.dk/Lizzie%20skriver%20musikhistorie_1297966. Heintað 18. januar 2011. [deyð leinkja]
  3. Gonzalez, Michael (18. marts 2008). "Lizzie sælger tredobbelt platin og tager på turné". Gaffa. http://gaffa.dk/nyhed/13008. Heintað 18. januar 2011. 
  4. Elmerdahl.dk[deyð leinkja]
  5. Pladebranchen.nu: Guld og platin i august