Liz Cheney (f. 28. juli 1966) hevur verið ein av mest atfinningarsomu røddunum í republikanska flokkinum í USA móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump. Cheney var millum tríggjar teir máttmiklastu politikararnar í flokkinum. Cheney var eitt av tíggju tingfólkum, sum atkvøddu fyri einum ríkisrætti móti Trump, og var partur av serligu 6. januar-kanningarnevndini. Liz Cheney er dóttir fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Dick Cheney.