Lipetsk (russiskt: Ли́пецк) er ein býur í Russlandi, sum er 425 km í ein landsynning úr Moskva. Lipetsk hevur umleið 511000 íbúgvar (2010). Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 13. øld. Í 1284 varð býurin lagdur í oyði av mongolum. Í 1703 gav Petur hin Stóri boð um, at ein jarnmálms verksmiðja skuldi byggjast har, nærhendis einari jarnmálms æðr. Verksmiðjan skuldi gera artillerí granatir.

Lipetsk
Lipetsk city.jpg


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið