Lili Elbe, fødd 28. desember 1882 og deyð 13. september 1931, var ein danskur kynskiftingur, og tann fyrsta í heiminum at fara undir slíka viðgerð.[1] Lili var fødd í Jútlandi í Danmark sum Einar Mogens Wegener og var vælumtóktur listmálari undir tí navninum. Tá hon plagdi at skifta til sína kvinnuligu mynd, nevndi hon seg Lili, onkuntíð stavað Lily, og var umtalað sum systir Einars. Eftir kynskiftis skurðviðgerðina, skifti hon tó lógliliga navn til Lili, og gavst at mála.

Lili Elbe í 1926.

Føðiár Lili er onkuntíð sagt at vera 1886. Hetta kemur fram í eini bók, sum skrivað var um hana, har nøkur ting vórðu broytt frá veruleikanum, til at verja um persónarnar í bókini. Lív Gerdu Gottlieb, vísir klárliga at føðiár Lili er 1882, tá tey vórðu gift í 1904.[2]

Hjúnarband og modell starv rætta

 
Málningur av Lili Elbe umleið 1920, áðrenn hon fekk kynsskifti

Lili møtti Gerdu Gottlieb á Det Kongelige Danske Kunstakademi í Keypmannahavn, nú Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering, og tey vórðu gift í 1904, tá Lili var 22 ár og Gerda 19 ár.[2] Tær arbeiddu báðar sum myndprýðarir. Lili við serkunnleika í landskaps málningaverkum, og gerda sum myndprýðari av bókum og bløðum. Tær ferðaðust báðar í gjøgnum Italia og Frakland, og búsettust í París í 1912, har Lili kundi liva opið sum kvinna, og Gerda sum ein opin samkynd kvinna.[2]

Lili fekk Neuhausens virðislønina í 1907 og hevði eina myndaframsýning á Kunstnernes Efterårsudstilling, Vejle Kunstmuseeum, og í Salon d'Automme í París. Verk eftir Lili eru enn at síggja á Vejle Kunstmuseeum.

Lili byrjaði at ganga í konufólka klæðum, tá hon stóð og skuldi latast vera ein kendur sjónleikari, á eini mynd hjá Gerdu. Unga kvinnan sum upprunaliga skuldi standa modell, varð hindrað av eini teatur upptøkuroynd. Hon legði til at Lili legði bein til, tí hon hevði hóast alt minst líka vøkur bein sum sjónleikarakvinnan. Lili føldi seg væl í hesum klæðum.[3] Gerda kom seinni at verða sera kend fyri málningar hennara av kvinnum, við mandluformaðum eygum, og ílatnar eftir móta táverandi tíðar. Í umleið 1913 kvakk almenninginurin við, tá tey hoyrdu, at kvinnan sum hevði givið innblástur til hasi vakru kvinnumálningar, faktist var ein maður (Lili) og ikki ein kvinna.

Í 1920 og 1930-árunum, kom Lili regluliga fram sum ein kvinna. Framførdi á festivalum og undirhelt gestum heima við hús. Eitt sum henni dámdi sera væl, var at hvørva í mannatrongdu gøtum París tá býurin helt karnival.[4] Bert nøkur fá tøtt vinfólk Lili og Gerdu vistu av kynskifti Lili, og fyri øðrum var Lili altíð søgd vera systir Einars tá hon var í konufólkaklæðum.[5]

Skurðviðgerðir og skilnaður frá Gerdu rætta

 
Lili Elbe, málað av Gerdu Wegener

Í 1930 fór Lili til Týsklands, í kynskiftis skurðviðgerð, sum tá í tíðini var á royndarstigi. Hon gekkst undir 5 skurðviðgerðir yvir 2 ára tíðarskeið. Fyrsta skurðviðgerðin tók steinarnar, og fór skurðviðgerðin fram undir strangum eftirliti frá kynslívsfrøðinginum Magnus Hirschfeld frá Berlin.[6] Næsta skurðviðgerðin tók limin, og insetti eggleiðarar ístaðin. Eggleiðararnir komu frá eini 26 ára gamlari kvinnu. Eggleiðararnir vórðu tó skjótt tiknir burtur aftur, í eini triðju og fjórðu skurðviðgerð, avtí at kroppur Lili góðtók ikki hetta ókenda gagnið og av nógvum eftirfylgjum.[7]

Skurðviðgerðir Lili vóru stór tíðindi bæði í Danmark og í Týsklandi, og skrivaðu dagbløðini óført um tær. Kong Christian tann tíggjundi, loysti upp hjúnarband Lili og Gerdu í oktober 1930, Lili fekk loyvi til at lógliga broyta navn og kyn, og fekk entá eitt pass sum Lili Elbe. Hon gavst at mála, tí hon helt tað vera nakað sum hoyrdi Einari og fortíðini til. Eftir skilnaðin frá Gerdu, trúlovaðist Lili einum ókendum manni, sum hon hevði ætlanir um at giftast, so skjótt hon lívfrøðiliga kundi gerðast við barn.

Fimta skurðviðgerðin, sum var í 1931, skuldi innseta lívmóðir, og uppfylla stóra dreym Lili, sum nærkaðist 50, um at blíva mamma. Hon doyði stutt aftaná eftir at kroppurin avnoktaði lívmóðurina.[8] Lilli er jarðað í Dresden í Týsklandi.

Gerda giftist einum italienskum herovasta, flogmanni og diplomat, sum kallaðist Major Fernando "Nando" Porta. Tey búsettust í Marokko, og tað var har hon frætti av deyða Lili, sum hon lýsti, fyri einum vini, sum "mín stakkals Lily". Eftir at hava búð í nøkur ár í Marrakech og Casablanca, skildust Porta hjúnini og Gerda flutti aftur til Danmarkar, har hon doyði í 1940.[9]

Mentanarlig ávirkan rætta

  • The Danish Girl, ein bók skrivað av David Ebershoff í 2001, var ein altjóða best seljandi bók, og týdd á fleiri málum.
  • The Danish Girl (filmur), ein filmur frá 2015 bygdur á bókina av sama navni. Eddie Redmayne hevur leiklutin sum Lili, meðan svenska Alicia Vikander leikur Gerdu.
  • Tónleikabólkurin The Stripper Project gav út "Filthy Wonderful" í 2008, sigst at vera inspirerað av Lili Elbe.
  • MIX Copenhagen – LesbianGayBiTrans Film Festival gevur hvørt ár fýra virðislønir nevndar Lili, eftir Lili Elbe. Virðislønirnar eru: Besti filmur, besti heimildarfilmur, besti stuttfilmur, og yndisfilmur áskoðaranna.

Keldur rætta

  1. Hirschfeld, Magnus. Chirurgische Eingriffe bei Anomalien des Sexuallebens: Therapie der Gegenwart, pp. 67, 451–455
  2. 2.0 2.1 2.2 "Archive copy". http://www.cphpost.dk/get/59398.html. Heintað 2007-09-27. 
  3. http://www.altomhistorie.dk/artikler/lili-elbe/
  4. "Archive copy". http://home.get2net.dk/abra-ken/Gerda.htm. Heintað 2008-01-10. 
  5. "Archive copy". http://andrejkoymasky.com/liv/fam/bioe1/elbe1.html. Heintað 2007-10-10. 
  6. "Archive copy". http://www.lgbthistorymonth.org.uk/history/lilielbe.htm. Heintað 2014-12-24. 
  7. http://www.facialfeminizationsurgery.info/ffs_history.html
  8. "Archive copy". http://etransgender.com/viewtopic.php?f=9&t=372. Heintað 2007-06-25. 
  9. http://www.sexualfables.com/Pornographer.php

Útvortis leinkjur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

MIX Copenhagen